Vendið appuni bakið

Ung í Føroyum verða happaði á ask.fm. Barnabati mælir øllum til at venda appini bakið.

Nógvastaðni kring landið verður appin og heimasíðan ask.fm brúkt til happing. Skúlar og foreldur vera biðin um at vísa hesum stóran ans. 

 

Kringvarpið hevur seinastu vikurnar varpað nakað av ljósi á nógv umtalaðu appuna ask.fm. Appan er nógv nýtt millum tey ungu, men upplivingarnar og meiningarnar um hana eru tvíbýttar. Nøkrum dámar hana væl, onnur ræðast appina, tí tey vera happaði.

 

Ask.fm er ein app, har tú stovnar ein brúkara og síðani kunnu onnur seta tær spurningar. Spurningar og svar eru almenn. Tað serstaka við ask.fm er, at gjørligt er at seta spurningar dulnevnt, og tað er serliga hetta, sum elvir til ørkymlan og trupulleikar. Tað vísir seg nevniliga, at møguleikin at vera dulnevndur leggur gróðrarbotnin fyri nógvari happing á ask.fm.

 

Og soleiðis er eisini í Føroyum. Ein ung genta hevur vent sær til Barnabata, tí hon fekk eini dulnevnd boð á sína vangamynd á ask.fm.

- Tú er so forbanna ljót…men for heitasta, latið okkum bara hopa at tú doyr skjótt! Tín hora!

 

A tí at avsendarin er dulnevndur, so veit gentan ikki, hvør hevur sent henni boðini og tí heldur ikki, hvør tað er, sum vil henni so ilt.

 

Barnabati heitir tí á øll børn og ung um at hugsa seg væl um, tá ið tey brúka hesa appina.

- Best hevði verið, um tey vendu henni bakið. Slík ókvæmisorð eru sera særandi og kunnu vera til stóran skaða. Appin er við til at skapa ótryggleika og ótta millum floksfelagar og vinir, skrivar Barnabati. 

 

Red Barnet hevur verið í samband við fyritøkuna handan appina, um at saman gera vegleiðingar til børn og ung, men uttan eydnu. 

 

Hetta er ein app, sum hevur víst seg at hava stórar trupulleikar við sær, men Ask.fm vísur allar atfinningar frá sær, og vísur til sínar vegleiðingar um góðan atburð, sum standa á heimasíðu síni. 

 

Heilt dulnevndur er ein tó kortini ikki.

- Hóast ein er dulnevndur, tá ið spurningar vera settir, so kann løgreglan, um tað gerst neyðugt, finna brúkarin umvegis IP adressu, ella við at leita fram hvør hevur stovna brúkarin, sum elvir til trupulleikar.  

 

Barnabati heitir á øll børn, ung, foreldur og lærarar um at vísa hesum stóran ans. Hetta er eitt amboð, ið kann elva til ómetaliga stóran skaða, um tað ikki verður brúkt skilagott.

- Ofta vísir tað seg, at vit hjálpa ikki okkara børnum við filtrum, avmarkingum og forboðum. Tey mugu læra at handfara miðlar, tí hesir koma at hava ein týðandi leiklut í teirra gerandisdegi. Ein góður eginleiki er, at vera varðin yvir fyri øllum ein møtir á internetinum. Børn og ung mugu læra at skilja ymiskt frá, og fyrireika seg uppá, at fólk kunnu hava nógvar ymiskar ætlanir við tí tey leggja út á interneti, skrivar Barnabati á heimasíðu síni. 

 

- Sum foreldur er tað umráðandi, at tosa við børn síni um, hvat tey gera á internetinum. Lurta, lær og mest av øllum, tosa við tey, so at tey føla at tey trygt kunnu tosa um øll síni upplivilsir við tykkum. Serstakliga um tað er okkurt sum tyngir barnið. Vís áhuga fyri tí, sum barnið tekst við, og set spurningar, uttan at barnið fær kenslu av at tit sum foreldur sneyta í teirra viðurskiftum, mælir Barnabati foreldrunum til. 

 

Barnabati vísir á, at til ber at forða fyri móttøku av dulnevndum spurningum. Á hendan hátt gerst minni sannlíkt, at onnur kunnu senda óhóskandi ella niðurgerandi spurningar til ein. 

 

Ask.fm er eitt alment stað har fólk kunnu samskifta, sum merkir at alt sum verður lagt út, kann lesast av øllum. Allir brúkarar kunnu síggja tíni innlegg, og tað ber eisini til at  leita boð fram umvegis leitiskipanina Google ella Bing. Hetta merkir, at um tað er tala um upplýsingar tú ikki ynskir at deila við allan heimin, so er umráðandi at tú hugsar teg væl um, áðrenn tú setir ein spurning ella svarar einum spurningi.

 

Um tú hevur lagt okkurt út (eitt aftursvar), so kann hetta strikast frá tínum vanga við at trýsta á “delete” knøttin ovast í høgra horni har svarið er. 

 

Tað er eisini møguligt at boða frá, tá ið ein móttekur ósømilig boð umvegis ask.fm.
Ask.fm mælir øllum til at boða frá, um tey varnast at okkurt innihald er í stríð við teirra treytir. Hetta ger man við at trýsta á “report” knappin ovast í høgra horni á profil-siðuni.