Hondbóltstos
Tá vit beint eftir dystin fingu orðið á einum av V´FI leikarunum, Rógva Nielsen, spurdu vit hann, ein av fortreytunum fyri sigrinum ikki var, at VÍF dugdi betri at »tackla« týdningin av dystinum.
- Tað kann væl vera, mem eg haldi eisini, at vit vóru meira uppsettir til dystin. Sjálvandi vóru teir eisini uppsettir, men ikki á sama hátt.
- Spælið hjá okkum hevur gingið sera striltið seinastu dystirnar, og tó at vit hava vunnið, so hevur tað ikki verið sannførandi. Vit vita væl, hvat vit eru førir fyri, men seinstu fýra til fimm dystirnar hava vit ikki sýnt hetta.
- Skal rætt vera rætt, so hevur hetta tyngt okkum seinastu vikurnar, og ein slík ringrás er altíð trupul at koma burturúr. Júst tí hevði hesin dysturin ómetaliga stóran týdning fyri okkum, og vónandi fer sigurin at lyfta liðið til komandi uppgávurnar, segði Rógvi Nielsen at enda.