Venja við serligum bóltum til steypafinaluna

(Kykmynd) HB og Víkingur fáa serligar bóltar til venjingarnar áðrenn finaluna um løgmanssteypið

Tá in.fo/Rás2 vitjaði FSF-húsið í morgun fingu vit orðið á Trónd Vatnhamar, marknaðarleiðara hjá FSF.

 

Har vísti Tróndur okkum serliga Select Brilliant bóltin, sum skal brúkast til finaluna um løgmanssteypið. Finaluliðini, HB og Víkingur fáa slíkar bóltar til venjingarnar undan finaluni um løgmanssteypið, sum verður leygarkvøldið 30. august á Tórsvølli.

 

Við at trýsta á hesa YouTube leinkjuna ber til at síggja og hoyra eitt prát við Trónd Vatnhamar, ið vísir fram bóltin frá Select : https://www.youtube.com/watch?v=PtQUo9psbF4