Venjarafelagið hevur í kvøld kunngjørt ársins venjarar. Hjá monnum bleiv tað Sámal Erik Hentze, ið vann FM við Víkingi.
Hjá kvinnunum bleiv ársins venjari Alexandar Jovevic. Hann hevur í ár staðið á odda fyri greipuvinnarunum úr KÍ. Ársins ungdómsvenjari bleiv Áki Johansen. Hann hevur í ár verið ungdómsvenjari hjá B36.
Eisini fekk Annfinn Danielsen heiðurin sum eldsál. Hann hevur í nógv ár starvast sum ungdómsvenjari í føroyskum fótbólti.