Venjarar skifta feløg

Hondbóltur: Hópurin av venjarunum í Atlantic Airways-deildini fer í komandi ári at síggja munandi øðrvísi út, og tað kann væl enda við, at bara StÍF fer at halda fram við sama venjara

Tað er satt lív í venjara- og leikaraflytingunum, nú hondbóltsárið júst er komið at enda. Tað eru serliga venjaraspurningarnir, ið plaga at verða greiddir fyrst, og soleiðis er tað aftur í ár. Ikki tí greiða er fingin á nógvum venjaraspurningum, men greitt er, at allarflestu venjararnir ikki halda fram í somu feløgum, sum teir vandu í fjør.

Hvar skal Ottosen?
Ein av ímyndunum innan føroyskan hondbólt seinastu trý árini, hevur verið danski Jan Ottosen hjá KÍF. Hann er lívligur, dámar væl at rópa og hevur sínar greiðu meiningar. Nú bendir nógv á, at hann skal gera sær eina meining um, hvar hann skal vera komandi kappingarár, tí hann takkar nú helst fyri seg í KÍF og fer til annað felag.
Møguleikarnir eru nógvir. Dia Midjord hevði longu undan kappingarlok boðað nevndini í VÍF frá, at hann ikki helt fram í felagnum, og sama skil er tað eisini í Neistanum, har Páll Poulsen ikki heldur fram. Kári Nielsen heldur væntandi eiheldur fram hjá meistarunum úr H71, men av tí at Halgir Dahl Olesen er eitt gott boð at taka um róðrið, endar Jan Ottosen helst í VÍF ella Neistanum.
Í vikuni kom eisini fram, at Claus Rasmussen ikki heldur fram í Team Klaksvík.

Hansson til grannarnar
Ein av bestu leikarunum í føroyskum manshondbólti skiftir eisini felag. Tað er nevniliga Finnur Hansson, sum eftir fýra ár í Neistanum skiftir til grannarnar úr Kyndli, har hann skal vera leikandi venjari og fær Bárð Johannesen undir liðina á sær sum hjálparvenjara.
- Eg havi havt fýra sera góð ár í Neistanum, men nú er stundin komin at royna nýggjar avbjóðingar. Málið hjá mær verður at lyfta mest vinnandi felagið í Føroyum upp ímóti toppinum aftur. Kyndil hevur sera evnaríkar spælarar, sum kunnu koma langt, sigur Finnur Hansson við kyndil.fo.

Meistararnir røra seg
Eisini í hópinum hjá meistarakvinnum Neistans er ein mynd farin at tekna seg. Sigrun Mikkelsen, sum hevur verið partur av venjaratoyminum bæði árini, felagið gjørdist meistari, takkaði fyri seg eftir lokna kappingarárið. Tað var ógreitt, um Kári Durhuus fór at halda fram, men tað er nú greitt, at tað ger hann ikki. Felagið hevur nevniliga sett Kára Horn sum venjara hjá liðnum. Við sínum bara 35 árum er Kári Horn ein ungur venjari, sum í fjør stóð á odda fyri kvinnunum hjá VB og vann silvur í steypakappingini og bronsu í landskappingini. Kári er uppvaksin í Neistanum og hevði undan tíðarskeiðnum í VB verið ungdómsvenjari í Neistanum í fimm ár.
Snúningspunktið á liðnum, stórskjúttin Barbara Brauer, hevur longt um sáttmálan við Neistan við einum ári, meðan tað hinvegin er greitt, at landsliðsmálverjin í felagnum, Erla Elisaen, ikki verður við komandi kappingarár vegna lesna í Danmark.