Tíðindaskriv
Lars Nedergaard, fyrrverandi venjari hjá VÍF og føroyska landsliðnum, hevur játtað at taka venjarauppgávuna á seg. Hann tekur við venjarastarvinum eftir Dia Midjord.
Seinastu dystirnir hjá VÍF hava verið merktir av, at samstarvið millum venjara og leikarar hevur ikki virkað eftir vild. Tí eru partarnir samdir um at steðga samstarvinum.
VÍF takkar fráfarandi venjara, Dia Midjord, fyri gott samstarv seinastu 3 árini, og felagið ynskir honum alt tað besta.
Blíðar heilsur
Vestmanna Ítróttarfelag