Venjarin hjá VB/Sumba komin

Ætlanin var, at Tomislav Sivic skuldi venja VB/Sumba í ár, men hann settist aftur av persónligum orsøkum. Í staðin fyri Sivic er Predrag Prsic so komin til landið. Hann hevur samstarvað nógv við Sivic, og tað er Sivic, sum hevur viðmælt hann fyri VB/Sumba.

 

Suðuroyarportalurin skrivar, at higartil hevur Jón Pauli Olsen staðið fyri venjingunum av Formulaliðnum hjá VB/Sumba, men nú tekur Predrag við.

 

Verjuspælarin Dimitrije Jankovic, sum spældi við VB/Sumba í fjør, er eisini komin aftur til Vágs at spæla.