KAUNAS: Lagið á Henrik Larsen man onkuntíð hava verið betri, enn tað var eftir landsdystin móti Litava. Føroyska liðið hevði í einar tríggjar fjórðingar av dystinum verið niðurspælt av litaviska landsliðnum, og hetta var venjarin eisini skjótur at ásanna, tá fjølmiðlafólkini eftir dystin royndu at fregnast, hvat hann helt um dystin.
Og hann ásannði eisini, at litaviska liðið hevði uppiborið sigurin.
- Vit spældu í dag ímóti einum liði, sum er nógv betri enn skotska liðið, sum vit møttu fyri einum mánaði síðani. Ta ferðina komu vit alla tíðina fram til møguleikar, men tað høvdu vit sera ilt við at gera hesaferð, helt hann fyri, men hann ásannði kortini, at føroyska liðið eisini hevði havt havt sínar møguleikar.
- Sjálvandi høvdu vit tað. Hasa seinastu løtuna er tað ov vánaligt, at vit ikki skora, tí misnýtir tú slíkar møguleikar í altjóða dystum, so kostar tað. Tað vita bæði eg og leikararnir, og tí er tað stórt spell, at vit brenna slíkar møguleikar.
Dómarin hjálpti
Um sjálvan dystin segði Henrik annars, at hann roknaði við, at trýstið á føroyska málið fór at verða stórt, og serstakliga lat hann illa at fyrstu 20 minuttunum, sum mest sum bert vórðu spældir eftir hæli, men hann harmaðist kortini um brotssparksdómin, sum viðførdi fyrsta málið hjá Litava.
- Eg veit ikki, hvat hann dømir fyri, og tað haldi eg heldur ikki, at spælararnir gjørdu. Yvir høvur haldi eg, at dómarin als ikki var okkum til vildar, og tað var eisini nakað, sum eg segði, tá eg sá, at talan skuldi vera um ein jugoslaviskan dómara. Hinvegin er tað nokk ikki so nógv, sum vit fáa gjørt við tað. Summar dystir hevur tú góðar dómarar og aðra tíðir ikki, og tað mugu vit so bara arbeiða útfrá.
- Eg skal tó leggja afturat, at eg eri væl nøgdur um hugburðin hjá leikarunum, tá vit fóru inn til seinna hálvleik. Teir vístu tá, at fyrri hálvleikur als ikki hevði verið nóg góður frá teirra síðu, og við eitt sindur av hepni kundu vit kanska eisini vent dystinum, men tað krevur so, at tú skorar nøkur mál, og tað gjørdu vit ikki. Kanska skuldu vit til komandi venjingarnar roynt at latið spælararnir skotið frá málstrikuni, og vita, um teir fingu bóltin inn, sigur hann hálvsmílandi.
Skulu spæla í 90 minuttir
Onkur vildi kanska róð uppundir, at ein orsøk til trýstið, sum føroyingarnir komu undir, er 4-4-2 spælskipanin, har spælið skal flytast longur niðan á vøllin, men hesum vildi Henrik Larsen als ikki taka undir við.
- Sjálvandi kundu vit valt at spæla meira defensivt, men eg rokni við, at hatta liðið nokk hevði skorað móti okkum kortini, og so er tað altso stuttligari, um tú sjálvur kanst spæla eitt sindur frameftir.
Í seinna hálvleiki vístu vit jú eisini, at vit megnaðu at spæla upp til hinar. Allir sum ein lyftu leikararnir seg, og sum sagt eri eg væl nøgdur við tað. Men vit mugu ásanna, at hugburðurin skal verða tann rætti í 90 minuttir, um vit skulu fáa nóg nógv burturúr. Í øllum førum fáa vit trupulleikar móti Týsklandi, um hugburðurin ikki verður betri enn tað sama, segði Henrik Larsen heldur speiskliga at enda.