Línuskipini Venus og Eysturoyingur landa til Landingarmiðstøðina í Sørvági í dag. Teir byrjaðu at landa Venus tíðliga í morgun, Venus kom á Sørvág um vikuskiftið. Venus hevur góðan túr, teir hava góð 90-túsund pund, meginparturin er toskur, Venus byrjaði fiskiskap 20. august, teir hava roynt á Íslandsrygginum.
Seinni í dag kemur Eysturoyingur eisini á Sørvág, teir hava um 50-túsund pund, Eysturoyingur hevur eisini roynt á Íslandsrygginum, teir byrjaðu fiskiskap 21. august.