Verða ikki tvingaðir at siga jørðina frá sær

Bøndur skulu ikki tvingast at fara av garðinum, tá ið teir fylla 70. Tað er stórur partur av løgtinginum samdur um.

 

Eftir reglunum skulu bøndur, sum hava festi frá Búnaðarstovuni, siga festi frá sær, tá ið teir fylla 70. Hendan reglan er ongantíð hildin, men herfyri boðaði Búnaðarstovan frá, at tey nú fóru at taka hetta í álvara, so at eisini hendan reglan verður hildin. Sostatt skuldu teir festarar, sum eru 70, fáa skriv um at fara av garðinum, og samstundis skuldu teir, sum nærkast teimum 70, fáa eina áminning um at fyrireika seg til at rigga av.

 

Tað fekk Jacob Vestergaard, Bárða á Steig Nielsen, Bill Justinussen og Jógvan Skorheim, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at strika aldursmarkið. Tað endaði við eini politiskari semju um, at aldursmarkið skal ikki strikast heilt, men aftur fyri verða bøndur heldur ikki koyrdir av garðinum, tá ið teir fylla 70.

 

Vinnunevndin, sum hevur viðgjørt uppskotið, heldur at tíðirnar eru nógv broyttar, síðani 70 ára aldusmarkið varð sett í lógina.

 

– Fólk liva, og eru arbeiðsfør, longur nú enn fyrr, og samstundis er tað almenni politikkurin, at fólk skulu verða so leingi á arbeiðsmarknaðinum, sum til ber. Aldur er bert eitt tal, og sigur lítið um førleikarnar hjá festara at røkja festið, halda tey.

 

Tí halda tey, at ein festari eigur at kunna sita við festinum so leingi, hann er førur fyri at røkja tað. Tí mæla  tey til, at festari, sum er 70, kann søkja um at verða sitandi í fimm ár og tá ið tey eru farin, kann hann søkja um at hava festið í fimm ár afturat, os.fr.