Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, Eyðun Viderø, bygdaráðsformaður á Sandi og Jógvan K.Mørkøre, formaður í Føroya Kommunufelag, eru tríggir mans, sum nú hava fingið nakað at hugsa um.
Tí teir skulu ikki verða bilsnir um teir onkran dagin í næstu framtíð fáa at vita, at teir eru stevndir eftir fleiri milliónum í endurgjaldi.
Teir tríggir eru í stýrinum fyri Kommunala Veðhaldsgrunnin. Og í farnu viku gjørdu teir av, at betala pening úr grunninum til at sanera tær mest skuldarbundnu kommunurnar við.
Men seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli enn, tí fleiri kommunur eru so misnøgdar um hetta, at tær fara nú at kanna møguleikan fyri at stevna.
Ì hvussu so er ætla bæði Hósvíkar og Sjóvar kommuna sær at stevna og tað skilst, at eisini Nes Kommuna ætlar sær at stevna.
- Vit hava tosað leyðsliga við sakførara. Og hann metir, at er peningur brúktur úr Kommunala Veðhaldsgrunninum at sanera nakrar kommunur við, er hetta at ognartaka pening hjá hinum kommununum, sigur Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður í Sjóvar Kommunu.
-Men sakførarin sigur eisini, at teir einastu, sum kunnu standa til svars fyri hetta, eru teir, sum hava goldið peningin. Og tað eru teir tríggir stýrislimirnir í Kommunala Veðhaldsgrunninum, Leivur Hansen, formaður, umframt Eyðun Viderø og Jógvan K. Mørkøre.
-Tí verða tað teir, sum verða stevndir, leggur bygdaráðsformaðurin á Strondum afturat.
Hann sigur, at tað var ikki av ongum, at Veðhaldsgrunnurin í fyrstu atløgu ikki tordi at betala til saneringina av kommununum, fyrrenn kommunurnar skrivliga høvdu váttað, at tær góðtóku tað.
- Vit hava ikki loyvi til at krevja skatt inn til annað enn okkara egnu skattaborgarar. Men nú er peningurin hjá okkum tikin til skattaborgarar í øðrum kommunum, og tað er ikki lógligt, uttan at vit samtykkja tað. Í lógini fyri veðhaldsgrunnin stendur, at peningurin ?kann? brúkast til saneringina. Tað stendur ikki, at hann ?skal?. Tí mugu vit gera okkara samtykki, sigur Eivind Jacobsen.
Hann sigur, at sakførarin nú skal kanna málið nærri og so verður endalig avgerð tikin. Hann sigur eisini, at ætlanin er at fáa allar kommunurnar, sum eru ímóti saneringini, at stevna í felag.
Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður í Hósvík, sigur, at teir fara so langt, sum tilber, fyri at fáa peningin aftur.
Hann sigur, at tað stendur í lógini fyri Veðhaldsgrunnin, at peningurin er ogn hjá kommununum og tí undrar tað hann, at tingið kann taka ræðið á pengunum, uttan at spyrja kommunurnar eftir.