Tá ferðin verður ov nógv alla tíðina, ávirkar tað kropp og kenslulív okkara. Vit hava ikki tíð ella orku longur til nakað sum helst, hvørki til okkum sjálvi ella onnur.
Hetta ávirkar í stóran mun samfelag okkara við onnur, og hvussu vit hava tað við okkum sjálvi, sigur Karin Widerberg, sum hevur granska í hesum evni.