Verðin kann breyðføða 10 milliardir fólk

Støðugur fólkavøkstur í verðini hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við, um verðin kann breyðføða 9,5 milliardir fólk, sum ST roknar, at fólkatalið í heiminum verður í 2050.

Eftirspurningurin eftir matvørum fer næstan at tvífaldast, og veðurlagsbroytingar hava eisini skapt óvissar fortreytir fyri landbrúki ymsastaðni í heiminum.

– Tað verður ikki lætt at framleiða mat til so nógv fólk, men tað ber til. Ein treyt verður, at vit minka munandi um matspillið í heiminum, tí longu nú framleiða við nógv meira mat, enn vit hava brúk fyri, sigur Andreas De Neergaard, professari á Københavns Universitet, við Kristeligt Dagblad.

Hann vísir á, at ein avbjóðing er, at landbrúk stendur fyri einum fjórðingi av útlátinum av vakstrarhúsgassum, og tí kann meira økt landbrúk økja um globalu upphitingina.