Verðinstónleikur í Norðurlandahúsinum

Samiska høvuðsnavnið á Listastevnuni borðreiðir við tónleikaligum íblástri úr øllum heiminum

LISTASTEVNA

Eitt sindur seinkað kom Mari Boine til Føroya um middagsleitið mánadagin. Mánakvøldið, t.e. efir at blaðið er farið til prentingar, hevur hon konsert í Norðurlandahúsinum.
Songkvinnan úr Sámalandi er høvuðsnavnið á Listastevnuni í ár, og tað er ikki uttan orsøk. Hon vann nevniliga tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár ? eitt ár eftir, at Sunnleif Rasmussen fekk virðislønina.
- Mín tónleikur er eitt slag av verðinstónleiki: Ein blandingur av nógvum ?
tónleikastílum, rokk, popp og øðrum, og so nýti eg millum latín amerikanskar tónleikarar, sigur Mari Boine í øllum hurlivasanum í Norðurlandahúsinum mánadagin.
Hon hevur verið virkin sum songkvinna í 22 ár, og hon hevur givið sjey egnar útgávur umframt at hava verið við í fleiri øðrum.
?So tú kanst gott kalla meg ein veteran, sigur Mari Boine.
Undan Føroya ferðini hevur spælt í Finnmørkini, og annars hevur Mari Boine verið á konsertferð fyrr í ár í millum annað Týsklandi og Spania, har hon eisini er væl móttikin.
Mari, sum syngur mest á sámiskum máli, er eitt sindur bilsin av, at hon er høvuðsnavn á Listastevnuni, men svarar sannførandi ja, tá spurt verður, um hon kann liva upp til hetta.
Hetta er fyrstu ferð, at Mari Boine vitjar í Føroyum, men steðgurin verður ikki drúgvur.