Verður nú súkklari hálva tíð

Við skiftinum til Team ColoQuick-CULT verður Torkil Veyhe súkklari hálva tíð.

Torkil Veyhe, sum fríggjadagin skrivaði undir sáttmála við Team ColoQuick-CULT eftir at hava súkklað við Team WeBike-CK Aarhus í eitt ár, fer nú at vera súkklari hálva tíð.


- Tað merkir, at eg komi at kunna súkkla burturav við tí sáttmálanum, sum eg havi fingið. Eg havi gjørt eitt projekt í mínari masteruppgávu, sum eg royni at sleppa at arbeiða víðari við, og sum eg ætli brúka hina helvtina av tíðini uppá, sigur Torkil við Sosialin í dag.

Les eisini: Fleiri kappingar uttanlands

Hann greiðir eisini frá, at við skiftinum til Team ColoQuick-CULT, sum er eitt sokallað kontinental-lið, hevur hann saman við liðnum atgongd til fleiri kappingar uttanlands, eitt nú í Fraklandi, Hollandi, Belgia og Norra.


Longri samrøða við Torkil Veyhe er at lesa í Sosialinum í dag.