Í morgin klokkan 11 verður Maria Jørðdal Niclasen prestvígd í dómkirkjuni. Tað er biskupur, ið vígir unga prestin til tænastu.
Maria er kallað til tænastu eystan Múla, og hon verður innsett í kallið tann 3. februar. Hon fer at búgva í Ónagerði, og Viðareiðis kirkja verður hennara sóknarkirkja. Tess vegna verður hon innsett í Viðareiðis kirkju, og tað er dómprósturin, ið skipar hana í kallið.
Maria er ættað av Eiði, og hevur lisið gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Miðalaldurin á prestunum er rímiliga lágur. Maria er tann 9. presturin, ið verður vígdur til tænastu í fólkakirkjuni, síðani málsøkið varð yvirtikið á ólavsøku 2007.