Verjin hjá Peter Madsen sigur, at hann er sinnaður at verða sitandi í varðhaldi til dómur fellur í málinum móti sær. Peter Madsen er ákærdur fyri at hava tikið svensku tíðindakvinnuna Kim Wall av døgum í kavbáti sínum.
Varðhaldsfongslingin hjá Peter Madsen gongur annars út í morgin. Rættarmálið byrjar 8. mars. Verjin hjá Peter Madsen ásannar, at mest sannlíkt hevði varðhaldsfongslingin blivið longd kortini, nú rættarfundurin er settur á skrá, sambært Ekstrablaðnum.
Í síðstu viku avgjørdi Peter Madsen, at málið skuldi koyra sum dómsmannasak og ikki nevningating. Tí verða tað tríggir dómarar, sum skulu taka avgerð í málinum.
12 dagar eru settir av til málið, tann seinast 25. apríl.