##med2##
Neistamenn liva framvegis í Faxe Kondi kappingini aftaná 27-22 heimasigurin á StÍF í kvøld. Tað leikaði leingi javnt á, og í steðginum var javnleikur 12-12, men í seinna hálvleiki var Neistin betri, og nú hava teir givið sær sjálvum møguleikan at vinna seg víðari aftaná skuffandi 20-22 tapið móti Kyndli í fyrsta umfarinum.
Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen við átta málum hvør.
Toppskjútti hjá StÍF var Pætur Johansen við fimm málum.
Ígjár vann Kyndil á heimavølli stórsigur 36-22 á Team Klaksvík.
Kyndil hevur fýra stig, meðan Neistin og StÍF hava tvey stig. Team Klaksvík er aftast við ongum stigi.
Komandi leygardag tekur StÍF móti Kyndli. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, ið byrjar klokkan 18 komandi leygarkvøld.
Klokkan 16 komandi sunnudag tekur Team Klaksvík móti Neistanum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá seinastu løtuni av dystinum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein vónbrotnan StÍF málverja, Jákup Mortensen, ið ikki bara iðrar seg um tapið, men eisini um, at tapið gjørdist ov stórt, og tað kann kosta í innanhýsis roknskapinum millum Neistan, Kyndil og StÍF.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Dánjal Ragnarsson, ið saman við Tróndi Mikkelsen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Fyri Dánjal og liðfelagarnir var tað ein stórur lætti at spæla seg innaftur í steypahitan. Tí teir eru altráðir eftir at endurvinna steypið í Neistanum.
4) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum ein væl uppibornan sigur hjá Neistanum. Claus væntar eina sera torføra uppgávu hjá Kyndli á Skála komandi leygarkvøld. Innanhýsis roknskapurin fer at krevja ein fýramálssigur hjá StÍF, men tað heldur Claus, at StÍF kann megna á einum góðum degi.