Verður eina 100 krónur dýrari um mánaðin - og tað er lítið av miklum

Í øðrum londum er prísurin á streymi farin til himmals, men í her hann tann sami - og tað eru serlig tvær orsøkir til tað

Samstundis sum at prísurin á streymi er farin heilt til himmals í londunum rundan um okkum, er hann einki broyttur her heima. Í eini fráboðan á dag, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, at tann føroyska skipanin eigur sín part av æruni fyri góðu støðuna, vit eru í. Tað er ikki ov nógv sagt, at bygnaðurin í føroysku elskipanini er við til at halda føroyska elprísinum á einum rímiligum stigi, tá ið vit sammeta við himmalhøgu elprísirnar í londunum rundan um okkum, har fólk brynja seg til ringastu orkukreppu síðani sjeytiárini, metir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Hann vísir á, at tvær høvuðsorsøkir eru til, at føroyski elprísurin er støðugur og lutfalsliga lágur, samanborið við grannalondini. Fyrra orsøkin er, at eftirspurningurin eftir elorku hevur verið alsamt vaksandi hesi seinnu árini, og sostatt er sølan eisini støðugt økt. Seinna orsøkin er, at elprísurin er settur eftir, hvat tað kostar at gera hann, umframt at SEV prístryggjar oljukeypið fram í tíðina. Úrslitið av tí er, at SEV sleppur undan brádligum sveiggjum í oljuprísinum. Gongdin í oljuprísinum sæst kortini aftur og tað kann sjálvsagt ávirka elprísin skeiva vegin. Tí er framvegis altavgerandi at vit sleppa av við oljuna, minnir Hákun Djurhuus á.

 

Í høvuðsheitum er elprísurin eitt úrslit av søluni av streymi og útreiðslunum at byggja elnetið út. Tað merkir, at prísurin á streymi er eisini settur eftir, hvat tað kostar at reka elnetið - og allar tær skipanir sum krevast fyri at SEV kann halda skylduna at veita streym út í hvønn krók í samfelagnum, har tørvur er støðugari elveiting. Harumframt eru útbyggingar í elskipanini, eitt nú pumpuskipanin í Vestmanna, ið verður ein týðandi partur av grundarlagnum undir komandi grønu útbyggingunum, roknaðar upp í elprísin.

 

 – Vit hava sostatt eina heildarskipan, sum stendur seg sera væl í hesum tíðum har tað eru stórar avbjóðingar á orkuøkinum. Okkara avbjóðingarnar taka seg upp, tá ið tað er ov lítið til av varandi orku úr vindi og vatni, og tá ið oljuprísurin hækkar munandi, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Men oljan er nógv dýrkað og tífara prísirnir á streymi eisini at hækka í Føroyum á nýggjárinum. Væntandi verður hækkingin 21-31 oyru fyri kWt, við MVG. Tað merkir eina eykaútreiðslu upp á einar 100 krónur um mánaðin fyri eitt vanligt.  Hetta er lítið av miklum, samanborið við tær príshækkingar, sum raka tey úti í heimi – har tey eisini tosa um at skamta streymin, staðfestir Hákun Djurhuus. Hann vísir eisini á, at hjá einum vanligum húsarhaldi er elprísurin í Føroyum bara dýrkaður 10 oyru fyri kWt hesi seinastu 10 árini.

 

 Hákun Djurhuus tekur undir við Boga Bech Jensen, professara, sum í Kringvarpinum fríggjadagin segði, at Føroyar í løtuni njóta gott av, at vit hava eina samanhangandi elskipan, har elprísurin byggir á kostnaðin í skipanini umframt eitt lítið sindur til íløgur.