Verður leingi í varðhaldi

Tann 23 ára gamli maðurin, sum í gjár var dømdur at sita í varðhaldi í fýra vikur kann vænta sær at sita nógv longri enn tað.

Tann 23 ára gamli maðurin, sum í gjár var dømdur at sita í varðhaldi í fýra vikur kann vænta sær at sita nógv longri enn tað.

 

Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá politinum sigur, at væntar at kanningarnar fara at taka nógv longri tíð enn fýra vikur.

 

Tann 23 ára gamli maðurin, sum er handtikin í drápsmálinum í Hvalba, var í Føroya Rætti í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur, og er hann skuldsettur fyri manndráp eftir grein 237 í revsilógini.

 

Eftir skuldsetingini hevur hann leygarmorgunin stungið tann 36 ára mannin, sum doyði, tríggjar ferðir í hálsin.

 

Rættarfundurin var fyri afturlatnum hurðum, og tí vórðu umboðini fyri fjølmiðlarnar biðin um at fara av fundinum.

 

Politiið vil heldur ikki greiða nærri frá rættarfundinum, men váttar bara, at maðurin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, fram til 5. september, og at hann ikki kærdi avgerðina um varhaldsfongsling.

 

Hin maðurin, sum eisini var handtikin í málinum, var um miðdagsleitið í gjár latin leysur og er ikki mistonktur í málinum.

 

Tann 23 ára gamli, sum nú er skuldsettur fyri manndráp í Hvalba, hevur fyrr – fyri tveimum árum síðani – skotið eftir politinum, hótt við at skjóta fleiri fólk og sett eld á Gistingarhúsið í Øravík.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jón Klein Olsen.

 

Les eisini: Kriminalforsorgin hevði eftirlit við manninum

 

Les eisini: Hevur fyrr skotið eftir politinum

 

Les eisini: Morðið í Hvalba: Fongslaður í fýra vikur

 

Les eisini: Stakk mannin tríggjar ferði í hálsin

 

Les eisini: 10 dripin í Føroyum síðani 1967

 

Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba

 

Les eisini: Tveir mans handtiknir fyri morð í Hvalba

 

Les eisini: Dripin í morgunballi í Hvalba

 

Les eisini: Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba

 

Les eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba