Verja rættin til Fólkapensjón

Javnaðarflokkurin setur sum sítt fremsta mál at verja rættin hjá øllum pensjonistum til fólkapensjón. Stórur inntøku ójavni er millum fólk øll arbeiðsárini, og hetta heldur fram pensjónsarini, og tað ætla vit okkum at gera nakað við, skrivar Eyðólv Dimon m.a.

Samhaldsfastið

og fólkapensjónin javnaðarmál

Tá Javnaðarflokkinum eydnaðist at fáa sett á stovn fólkapensjónina, seinast í 50´árunum, var hetta eitt stórt framstig. Næsta stigið varð Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin. Borgarligu flokkarnir hava øll árini barst sum úlvur á skóg fyri at fáa avtikið skipanin, men nú grunnurin er farin at gjalda út, kunnu vit helst fegnast um, at Samhaldsfastið er komin fyri at vera. Útgjaldið úr Samhaldsfasta er nú 500 krónur um mánaðin og hetta er sjálvsagt nógv lægri enn ætlanin var, og tí fer Javnaðarflokkurin at bera so í bandi, at Samhaldsfasti verður styrktur. Framtíðar pensjónskipan okkara skal byggja á ein sterkan Samhaldsfasta, ið er mentur at gjalda eina eftirløn, ið samfelagið kann lata sær linda.


Útseta eftrilønarskipanir

At fólk hava skipað egnar eftirlønargrunnar er at fegnast um, men tíverri ger inntøku ójavnin, at ymiskt er hvussu fólk orka at skipa sína eftirløn. Og tíðin hevur víst, at nógv als ikki orka hetta. Barnafamiljur, arbeiðsleys, pensjonistar o.o. eru í dag so hart fyrispent, at ongin peningur er eftir, og tí velja fólk ofta at útseta ætlanirnar um eina eftirlønarskipan.


Øll somu møguleikar

Borgarligu flokkarnir síggja tað sum eina mótsøgn at virka fyri frælsi og javna. Fyri okkum eru bæði hugtøkini knýtt at hvørjum øðrum. Hevur tú ikki javnað, tá hevur tú ikki frælsi, og treytin fyri at hava frælsi er, at javni er millum mannað. Hetta meinast ikki við, at øll skulu vera eins. Tvørturímóti er tað eitt ríkidømi, at menniskju eru ymisk, men øll skulu hava somu møguleikar.


Hevur pensjonist-

urin frælsið

Fyri pensjonistarnar merkir hetta, at Samhaldsfastið verður styrktur og at fólkapensjónin hækkar. Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at hækka fólkapensjónina, hjá teimum, sum bara hava fólkapensjónina og Samhaldsfasta at liva av. Her er átroðkandi at okkurt verður gjørt beinanvegin, og tí fara vit at hækka fólkapensjón við 500 krónum um mánaðin, um flokkurin kemur í samgongu eftir komandi løgtingsval.


Borgarliga hug-

sjónin tapt

Javnaðarflokkurin setur sum sítt fremsta mál at verja rættin hjá øllum pensjonistum til fólkapensjón. Stórur inntøku ójavni er millum fólk øll arbeiðsárini, og hetta heldur fram pensjónsarini, og tað ætla vit okkum at gera nakað við. Norðurlendsku Javnaðarsam-feløgini, eru altjóða søgulig prógv um, at arbeiði fyri sosialum rættvísi og fíggjarligum effektiviteti kunnu vera partar av somu søk og ikki mótsøgnir, sum hinir politisku flokkarnir í Føroyum júka um.