Verjin hjá Lailu Bertheussen, John Christian Elden, sigur við VG, at sambúgvin hjá fyrrverandi norska løgmálaráðharranum, Tor Mikkel Wara, er vónsvikin um úrslitið av dóminum, hann fekk í dag í tingrættinum í Oslo.
- Hon er fríkend fyri falska ákæru, men hon er dømd í tí, sum snýr seg um hóttanir móti ríkismyndugleikunum. Vit hava enn ikki sæð grundgevingarnar hjá rættinum fyri hesum, sigur verjin, John Christian Elden.
Verjin leggur aftrat, at hann ikki skilir, hvussu tað slagið av brøvum, sum hon er dømd fyri at hava skrivað, skal vera nøkur hóttan móti sambúgva sínum, táverandi løgmálaráðharranum, Tor Mikkel Wara.
- Vit fara at meta um spurningin um møguliga at skjóta dómin inn fyri hægri rætt, tá vit hava sæð allar grundgevingarnar í dóminum, sigur verjin, John Christian Elden, við VG.