Verjin krevur at ákærin verður fríkendur fyri ákærurnar, sum eru reistar móti honum.
Tað er skeivt at siga, at maðurin hevur vald yvir kvinnuni, sigur verjin hjá føroyinginum. Hann vísir á, at tað er kvinnan, sum byrjar at tosa um sonin og alla tíðina er tað hon, sum drívur tað seksuella kjakið, sum hevur við sonin at gera.
Verjin hjá manninum vil vera við, at maðurin ongantíð hevur eggjað kvinnuna at gera seg inn á sonin, men at hetta var nakað, sum hon gjørdi av egnum vilja.
Verjin heldur fast við, at tað frá mansins síðu einans er talan um fantasi, at alt er íspunnið, og ongantíð helt hann, at myndirnar, hann fekk sendandi frá kvinnuni, vóru veruligar. Ákærdi hevur eisini sent kvinnuni myndir, men tær vóru ikki av sær sjálvum, men heintaðar av netinum.
Verjin vil vera við, at ákæruvaldið ikki hevur prógvað, at maðurin hevur havt nakra ætlan um at fremja ágang ella um at kvinnan skuldi fremja nakran ágang móti soninum.
Verjin sigur, at í veruleikanum er talan um mismun móti monnum, tí at maðurin altíð verður tikin fyri at vera tann førandi parturin í einum seksuellum parlagi. Her er ongin orsøk til at halda, at maðurin førir málið, uttan gamlir fordómar, vildi verjin vera við í verjurøðu síni.
Verjin vísir á, at eingi andlit eru á flestu myndunum, sum kvinnan sendir manninum og at hann tí ikki kundi kent hana aftur.
Verjin krevur tí fríkenning, men sigur, at um maðurin verður dømdur sekur, so eigur revsingin at vera munandi linari. Í besta føri kann maðurin revsast fyri ikki at hava steðgað brotsverkunum móti dreinginum, og í so føri eigur revsingin ikki at vera harðari enn eini seks til átta mánaðir treytaða fongsulsrevsing.