- Verkætlanin virkar skilagóð

P/F Skálafjarðatunnilin fer 18. januar at handa landsstýrismanninum í Vinnumálum umsókn um tunnilsgerð millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið. Bjarni Djurholm sigur, at undirtøka er í samgonguni at taka upp samráðingar.

Skálafjarðartunnilin


P/F Skálafjarðatunnilin hevur nú orðað umsókn um tunnilsgerð, hendan verður handað landstýrismanninum í Vinnumálum, Bjarna Djurholm, á almennum fundi í Norðurlandahúsinum hósdag 18. januar. Henda verkætlan setur sambært landstýrismanninum nakrar sera prinsipiellar spurningar, um hvussu samferðslukervið verður rikið í framtíðini.
- Vit hava tosað saman um verkætlanina javnan, og hon er skilagóð, hvat viðvíkir cost/benefit. Men hesin møguleiki er ein av tveimum. Sambandið kann gerast antin privat ella alment. Tað er greitt, at verður ein almenn loysn vald, bindir hetta Landskassan fyri eini íløgu, ið sambært útrokningum hjá P/F Skálafjarðartunnilinum eru millum 150-200 milliónir. Verður ein privat loysn vald, er møguleiki at lat P/F Skálafjarðartunnilin gera hana ella at bjóða verkætlanina út í Føroyum ella uttanlands.
-Vit hava viðgjørt hetta fleiri ferðir bæði í Landstýrinum og í samgonguni, og her bendir á, at tað er breið semja um, at Landstýrismaðurin skal fáa í lag neyðugu heimildir, at taka upp samráðingar við partarnar aftan fyri verkæltanina. Landstýrismaðurin kann ikki av sínum eintingum binda landið til verkætlanir, ið røkka 25 ár fram. Tí verður tað fyrsta stigið, at Vinnumálaráðið biður Løgtingið um heimild at taka upp samráðingar, greiðir Bjarni Djurholm frá.
- Verður ein privat loysn vald, er týdningarmikið, at vit tryggja okkum, at atlit til vinning ikki ganga útyvir brúkbarheitina. Tað er greitt, at orsøkin til, at privatir íleggjarar hava áhuga í eini tílíkari verkætlan er, at tey síggja møguleika fyri at fáa vinning av íløgum sínum. Okkara uppgáva í hesum máli er at tryggja, at skilagóð javnvág er í millum forrætning og samfelagsnyttu. T.v.s. at vit í samráðingunum tryggja, at brúkarin ikki rindar óneyðuga høgan kostnað fyri at sleppa gjøgnum tunnilin, sigur Bjarni Djurholm.
-Um tunnilin verður gjørdur av almennum ella privatum, er tað er í báðum førum ein treyt, at ein slíkur tunnil passar inn í framtíðar almennu samferðsluætlanina, linjuføringin skal t.d. vera í trá við vegætlanina hjá tí almenna, sigur Bjarni Djurholm at enda.


Fakta
Sambært uppskotinum hjá P/F Skálafjarðatunnilinum fer tunnilin ætlandi niður millum Sund og Kallanes, haðani hann fer norður eftir til eina rundkoyring undir Saltnesgrynnuni, har hann greinast sundur. Úr rundkoyringini fer grein upp til Sjóvar og ein grein upp við Løkin í Runavík.
Samstundis verður eisini kannað, hvørt skilabest er at nýta aðra tunnilsloysn. Vestara alternativið er ein tunnil beinleiðis til strendur, meðan eystara alternativið er tunnil beinleiðis til Løkin í Runavík.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at lendisviðurskiftini millum Toftavatn og Runavík eru sera avbjóðandi. Hetta tí tunnilsmunin og atkomuvegurin skulu skapast, so økið kring Toftavatn framvegis skal varðveita síni sereyðkenni.