Seinastu dagarnar hava fakfeløg fundast dúliga og fyrireikað tiltøk fyri at mótmæla førda búskaparpolitiikkinum, og á middegi í gjár varð lýst við 24 tíma arbeiðssteðgi fá á midnátt gjárkvøldið til á midnátt í kvøld.
15 feløg lýstu arbeiðssteðgin, men feløgini eru væl fleiri, av tí at nógv eru meginfeløg við fleiri feløgum undir sær. Mett verður, at arbeiðssteðgurin umfatar meginpartin av arbeiðsstyrkini.
Men so eru tað eisini onnur fakfeløg, ið ikki fara í verkfall. Tey taka undir við tiltøkum og standa saman við teimum 15 aftan fyri mótmælisgonguna, sum verður kl. 15 í dag.
Gingið verður frá Sjónleikarhúsinum, oman gjøgnum býin og til Tinghúsið, har fundur verður við røðum og sangi.
Tey 15 fakfeløgini, sum farin eru í verkfall, eru: Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Arbeiðarafelag, Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, Føroya Postfelag, Starvsmannafelagið, Føroya Prentarafelag, S&K, Føroya Heimahjálparafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Handverkarafelag, Føroya Blaðmannafelag og Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag.
Feløgini siga, at tey bera ótta fyri, at førdi búskaparplolitikkurin førir til nýggjan húsagang.
Feløgini taka undir við sjónarmiðunum hjá búskaparrøðinginum um, at landsstýrið og løgtingið eiga ikki at gjara út til vinstru og høgru.
- Politikkur landsstýrisins og løgtingsins tykist vera at nýta hvørja krónu, ið møguliga vísir seg í yvirskotinum á Løgtingsfíggjarlógini, at gjara út við nú upp undir val.
Búsksparfrøðingar mæla landsstýrinum til framhaldandi at føra ein strangan fíggjarpolitikkk. Teir vísa á, at á tann hátt kunnu vit rinda partar av uttanlandsskuldini aftur.
- Men landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, landsstýrið og løgtingið sum heild, letst sum hava búskaparfrøðingarnir onki sagt.
Fakfeløgini bera ótta fyri nýggjum búskaparligum skrædni átókt skrædlinum fyrt í 90-áruum, og limir felaganna góðtaka á ongan hátt eina ferð aftrat at rinda rokninga fyri høpisloysið, siga feløgini.
At førdi fígjarpolitikkurin er liður í eini størri ætlan at broyta politikkin og skipanina sum heild, eru fakfeløgini ikki í iva um.
- Bæði reiðarar og framstandandi politikarar hava longu boðað frá, at uppskotið um skattalætta skal vinnast aftur í lægri hýrum. Hvat er tá vunnið, og hvat verður tað næsta? Hetta er byrjanin til lønarniðurskurðin, sum politikarar hava boðað frá, siga fakfeløgini, sum mæla veljarunum frá at velja aftur nakran tinglim, sum tekur undir við verandi fíggjarpolitikki.