VERKFALL
Skúlastjórarnir í Tórshavnar kommunu, annaðhvørt tað eru fólkaskúlarnir ella miðnámskúlarnir, heita í hesum døgum á næmingarnar, um at fara væl um innan teir fýra skúlaveggirnar. Frá mánadegnum hevur ikki verið vaskað orsakað av verkfallinum, men enn er eingin vandi á ferð, skilst.
- Enn er reint og ruddiligt hjá okkum, sigur Petur Dahl, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla.
Í Hoyvíkar skúla er ikki tikin avgerð um ella nær, skúlin letur aftur vegna vantandi reingerð. Avgerðin verður tikin í samráð við skúlaráðið. Skúlastjórin væntar tó, at enn ganga nakrir dagar áðrenn tey lata aftur.
- Vit vóru í eini líknandi støðu í 1987, eisini orsakað av verkfalli, og tá høvdu vit opið í eina viku uttan at tað varð vaskað. Vit klára væl at vera inni á sjálvum stovunum uttan at vaskað verður. Men tá ið tað ikki er vaskað í nakrar dagar, er ikki tespiligt á wc-unum og gongdunum, sigur Petur Dahl.
Í Hoyvíkar skúla ganga 380 næmingar. Lærararnir eru 25 í tali.
Tala til vit og skil
Heldur ikki í Studenta- og HF-skúlanum í Hoydølum darvar vantandi reingerðin enn. Próvtøkurnar ganga sum tær eiga. Tey, ið ganga í 2.HF eru liðug við skrivligu próvtøkurnar og mánadagin eru tey, ið ganga í 3g. eisini liðug við tað skrivliga. Mads A. Winther, rektari, stúrir ikki fyri avleiðingunum av verkfallinum í fyrsta umfari.
- Vit heita á næmingarnar um at fara væl um og taka upp eftir sær, tó uttan at taka verkfallsrakt arbeiði upp. Og allir næmingar skilja álvaran. Øll skulu jú til endaliga próvtøku eina ferð.
Eftir skrivligu próvtøkurnar er vanlig skúlagongd aftur til seint í hesum mánaðinum. Og er verkfallið ikki av, tá ið hon verður tikin upp aftur í næstu viku, verður helst eingin skúlagongd. Og tað er ógvuliga óheppið, sigur Mads A. Winther.
- Til munnligu próvtøkurnar, sum byrja skjótt, hava vit eisini brúk fyri reinum hølum, so heldur verkfallið fram, verða vit øll ávirkað.
Kantinan á skúlanum er skerd. Bert eitt fólk er til arbeiðis og tað er kantinuleiðarin. Tí verður døgverði ikki gjørdur meðan verkfall er.