Verkfallið
Nú er mangt, sum bendir á, at arbeiðarafeløgini í verkfalli eisini fara at blokera vegirnar rundanum Havnina.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at tíverri eru tað nógv fólk, sum als ikki virða verkfallið og tí verða tey helst noydd at herða tiltøkini.
? Eg vænti, at vit verða noydd at blokera vegirnar fyri at fáa verkfallið at virka til fulnar, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at hann harmar harmast stórliga um, at tað skal verða so galið
? Tað var ongantíð ætlanin at blokera vegirnar, tí endamálið var at raka vanlig fólk minst møguligt.
Hann dugir kortini ikki at síggja aðrar útvegir í løtuni.
? Vit hava stórar trupulleikar av fólki, sum bróta verkfallið.
Hann sigur, at tey annars høvdu væntað, at verkfallið fór at verða rættiliga effektivt, nú Havnin eisini er við í tí.
? Men mínar royndir av hesum verkfallinum eru, at nógva staðni gongur arbeiðið at kalla sum vanligt tí at tað eru so nógv, sum ikki virða verkfallið.
?Tí haldi eg, at tað verður neyðugt at herða verkfallið úti um landið eisini, m.a. við at blokera vegirnar fyri at forða fyri vøruflutningi.
Tað, sum harmar hann mest, er at tað eisini eru limir í øðrum fakfeløgum, sum bróta verkfallið.
? Vit vita, at bæði í timburhandlum, á heilsølum og aðrastaðni, hava fólk tikið verkfalsrakt arbeiðið upp og tí verða nógvar vørur avgreiddar at kalla sum vanligt.
Hann vísir eisini á, at bæði vøruvognar og lastbilar koyra dúgliga við vørum úr Havnini út á bygd.
? Tíverri er virðingin fyri verkfallinum ógvuliga lítil nógva staðni. Og tá ið stuðulin er so lítil, sum hann er, vænti eg at tað verður neyðugt at blokera vegirnar, skal verkfallið fáast at virka til fulnar.
Annars var upprunaligi taktikkurin at forða fyri, at blokera inni í sjálvari Havnini so at vørur ikki sluppu út av goymslunum og sostatt skuldi tað gerast óneyðugt at blokera vergirnar .
Men Hans Joensen ásannar nú, at hetta er miseydnað fyri ein stóran part, tí virðingin fyri verkfalliunum er so lítil og at tey tí verða noydd at herða tiltøkini við blokadum uttanfyri Havnina fyri at forða fyri flutningi úr Havn út um landið.
Hann skoytir uppí, at effektivari eitt verkfall er, styttri verður tað. At bróta verkfallið førir bara til eitt og tað er at draga tað út, heldur hann.
Stórur munur
Hans Joensen sigur annars, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu verkfallið verður virt.
? Summar heilsølur og fyritøkur hava givið starvsfólki greið boð um at virða verkfallið og at akta verkfalsvaktir.
?Hinvegin eru aðrar fyritøkur, sum brúka hvørt høvi at flyta vørur. Hvørja ferð, vit hava givið undantak til okkurt, brúka tey høvi til at fylla vøruvognin við øllum møguligum øðrum vørum.
? Eitt nú hava sjúkrahús, ellis og røktarheim ogaðrir stovnar, fingu undantaksloyvi at fáa matvørur, men hetta misbrúka summar heilsølur til at fylla aðrar vørur í vøruvognarnar í sama viðfangi.
?Hetta hevur so bara gjørt tað, at vit fullkomiliga hava mist álitið á summum heilsølum og fyritøkum, so at tær eru blokeraðar heilt.