Verkfallið hevur onga avirkan

Á havnarlagnum í Miðvági hevur Havnagrillin opið sum vanligt, hóast verkfall er. Einki manglar av nøkrum, og ætlanir eru um at leingja upplatingartíðirnar um vikuskiftini

Handil

Miðvági:Hóast verkfall er um alt landið, eru kortini støð, har arbeiðið gongur sum vanligt, og verkfallið onga ávirkan hevur. Eitt er Havnagrillin í Miðvági, sum heldur fer at leingja upplatingartíðirnar enn at stytta, sum so mong onnur gera.
Hóast flakavirkið liggur steindeytt á havnarlagnum í Miðvági, er lív í fyritøkuni hinumegin vegin. Havnagrillin, sum stendur undir berginum beint oman fyri flakavirkið hjá Føroya Fiskavirking, hevur opið sum vanligt.
?Hjá okkum hevur verkfallið onga ávirkan, sigur Erik Johansen, sum hevur Havnagrillina í Miðvági. Vit hava ta vøru, vit hava brúk fyri, og hava eisini fingið okkurt afturat, hóast verkfallið hevur vart í góðar fjúrtan dagar.
Eingin munur er á útboðnum í dag og tí, sum var, áðrenn verkfallið byrjaði, sigur hann. Tað verið seg vanligur grillmatur, búffar ella tað nýggjasta, hann er farin undir. At baka pizza.
?Alt er famvegis at fáa, sigur hann. Eisini eitt sindur av kioskvørum sum søtmeti og sigarettir, vísir hann á og peikar yvir á ein hill við síðna av kuldaskápinum við sodavatni.
?Men tað er lítið, tí eingin tímir rætiliga at keypa snús, sum luktar og smakkar av grill, flennir hann. Og tað ger tað veruliga, leggur hann afturat. Verður vøran liggjandi ov leingi í rúminum, festir grillroykurin seg í hana. So tað ræður um at hava lítla goymslu av slíkum og heldur fáa oftari tilført.
Havnagrillin hevur vanligar dagar opið til klokkan 23.00 á kvøldið. Eitt sindur longri um vikuskfiftini, sigur Erik Johansen. Men nú fer hann at hava upp aftur longri opið um vikuskiftini, sigur hann.
?Fólk koma framvið at keypa ein enskan ella franskan búff ella kanska eina pizza at taka heim við sær, og tað ber væl til, sigur hann. So mikið væl, at hann heldur grundarlag vera fyri at hava longri opið.
?Hatta við búffunum hevur verið eina tíð. Men pizzbakingin er nýggj. Og henni hava fólk tikið væl ímóti, sigur Erik Johansen í havnagrillini í Miðvági.