Verkfallið hongur yvir kappingini

Havnarfeløgini fingu beinanvegin skutin framum hini feløgini, sum kunnu roknast sum avbjóðarar í kappingini um FM

Fyrsta umfarið í fótbóltskappingini er av. At allir fimm dystirnir vórðu spældir, var í sær sjálvum ein sigur fyri fótbóltskappingina. Kappingarnevndin kendi seg noydda við stuttum skotbráði at býta fyrsta og sætta umfarið um, og feløgini vístu stórsinni. Tað kom illa við hjá fleiri, at tey ikki fingu at vita um broytingina fyrrenn mikukvøldið ella hósmorgunin, men eingin setti føtur í spenni ímóti, og so er fyrsta umfarið farið.
Spurningurin er nú, hvussu tað verður komandi dagarnar og vikurnar. Longu hósdagin er sambært skipanini annað umfar á skránni. Tá eru dystirnir hesir: EB/Strreymur?VB, TB?B68, HB?KÍ, Skála?B36 og NSÍ?GÍ.
Karl Vidtfeldt er formaður í kappingarnevndini og kappingarstjóri bæði í vaksnamanna deildunum og í yngru deildunum. Hann býr á Sandi og fæst í sínum dagliga yrki m. a. við mjólkaflutning. Tí kennir hann á egnum kroppi støðugt avleiðingarnar av verkfallinum.
? Vit eru í einari torførari støðu. Um verkfallið heldur fram í fleiri vikur, so verður støðan í útjaðaranum meiri ella minni katastrofal, sigur Karl Vidtfeldt, og um fótbóltin sigur hann:
? Á fundi í síðstu viku gjørdu vit av at býta fyrsta og sætta umfarið um. Hetta gjørdu vit fyri at sleppa undan ferðing um Suðuroyarfjørð. Tá vit tóku ta avgerðina, gjørdu vit eisini av, at frá og við øðrum umfari noyddust vit at halda okkum til løgdu skránna. Tað vil siga, at annað umfarið verður spælt hósdagin, og at B68 skal suður til Tvøroyrar, og at VB skal norður til Eiðis. Vágbingar plaga at megna síni viðurskifti, og Niclas Davidsen og toftamenn plaga ikki at vera ráðaleysir. Tað valdast sjálvandi, hvussu veðrið verður. Hann sigur hampuligt veður, og eg vóni, at dystirnir fara at verða spældir, sigur Karl Vidtfeldt, sum eisini veit at siga, at ferðslan fram við Sandoynni ? bæði suður og norður gangandi ? hevur verið nógv í vikuskiftinum.

Havnarfeløgini skutin framum
Á vøllinum gekk tað sera væl hjá B36 og HB. B36 var á útivølli í Klaksvík. Har hava teir vunnið fleiri ferðir síðstu árini. Tá ikki serliga sannførandi gongdin síðstu vikurnar verður havd í huga, so var tað ivaleyst við eitt sindur av ampa, at B36 fór til Klaksvíkar, og tí vóru teir so mikið fegnari um, at tað eydnaðist at vinna alt.
HB hevði heimavøll ímóti NSÍ. Í fjør gekk tað væl hjá HB í bólkaumfarinum í steypakappingini. So gekk tað alt annað enn væl í landskappingini. Í fyrsta umfarinum í ár undirstrikaðu Ion Geolgau og hansara menn, at nú ætla teir sær at vera við, har tað gongur fyri seg. Sigurin á NSÍ var sannførandi.
Hósdagin hevur HB heimavøll ímóti KÍ. Eftir taptið ímóti B36 eru klaksvíkingar longu eitt sindur kroystir, tá teir fara í Gundadal. HB er stórfavorittur.
B36 skal aftur í øðrum umfari spæla á útivølli. Um teir fáa fulla úrtøku á Skála hava teir seks stig eftir tveir dystir á útivølli. Tí er møguleiki fyri sonnum toppdysti, tá B36 og HB fara at hittast í triðja umfarinum.

Kappingarneytarnir snávaðu
Umframt KÍ og NSÍ hevur verið roknað við, at VB, B68 og GÍ fóru at vera millum liðini, sum skuldu kappast um heiðursmerkini og harvið plássini í Europa Cup.
Felags fyri øll hesi fimm liðini var, at tey komu ikki væl frá fyrsta umfarinum. Undantakið er GÍ. Teir fingu ikki fult á Svangaskarði, men javnleikurin kann fara at vísa seg at vera eitt gott úrslit, sjálvt um GÍ tey seinnu árini ofta hevur vunnið á Toftum.
NSÍ eigur hósdagin heimavøll ímóti GÍ, og Jógvan Martin Olsen og hansara menn eiga at kenna trýst á sær.
B68 skal suður á Sevmýri. TB fekk fult ímóti VB. VB skal norður til Eiðis, har heimaliðið hevur trý stig eftir sigurin á Skála. Tað er møguleiki fyri, at tvey av teimum, sum undan kappingini hava verið nevnd sum kandidatar til botnplássini, kunnu hava fulla úrtøku eftir tvey umfør, meðan tvey av liðunum, sum hava verið nevnd sum møguligir kandidatar til fremstu plássini, kunnu standa uttan sigur eftir tvey umfør.

Steypakappingin
Størsta hóttanin hjá øllum feløgunum er í løtuni verkfallið, men FSF hevur, sum omanfyri nevnt, gjørt av, at tað skal spælast sambært skránni.
Skráin sigur, at steypadystir eru á skránni sunnudagin. Tá skulu NSÍ og B68 spæla fyrru hálvfinaluna. Hon verður í Runavík.
Dysturin millum VB og EB/Streym varð ikki spældur, tá hann skuldi spælast. Eftir at VB hevur verið á Eiði hósdagin, skal EB/Streymur til Vágs sunnudagin at spæla fjórðingsfinalu. Vinnarin av tí dystinum skal spæla hálvfinalu ímóti HB. Nær teir dystirnir skulu spælast er ikki avgjørt enn, men tað er avgjørt, at finalan skal verða spæld á ólavsøku.
Og so mugu vit ? saman við Karl Vidtfeldt, fótbóltsfeløgunum og øllum hinum ? vóna, at verkfallið skjótt verður av, so allar forðingar fyri at halda seg til løgdu skránna detta burtur.