Verkfallið avblást: Eitt stig á rættari leið

Men enn er nakað eftir

Semjan, sum er gjørd í kvøld, er eitt stig á rættari leið, men tað er nakað eftir á mál. Tað sigur Pedagogfelagið í eini viðmerking eftir at tey hava skrivað undir nýggjan sáttmála í kvøld - og samstundis er verkfallið endað.

 

– Okkara mál við samráðingum hesa ferð, hevur verið at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Eitt haldføri, sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgarar og børnini, sum limir okkara eru um.  Hetta semingsuppskotið er eitt stig á leiðini, hóast vit viðganga, at nakað er eftir á mál, sigur Pedagogfelagið

 

Tey siga, at semjan tryggjar øllum limunum í Pedagogfelagnum eina lønarhækking við nøkrum broytingum í lønarskalanum. Lønarhækkingin er nakað hægri enn markið sum arbeiðsgevarin hevði lagt, áðrenn samráðingarnar byrjaðu.

 

Tey leggja tó afturat, at íverri eydnast ikki at fáa semju um at gera nýggjar orðingar um tann partin av sáttmálanum sum umrøður »tíð til annað arbeiði«. Tó eru partarnir samdir um at lýsa skipanina út í æsir í øllum kommununum. Arbeiði verður gjørt av uttanveltaðum parti, og skal handast Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Føroya Pedagogfelag í seinasta lagi 1. juni bæta ár, ella um eitt ár.

 

Samstundis eru orðingar í semjuni um at gera setanina hjá hjálparfólkum tryggari í teirri vón, at tey fara at støðast- og at fleiri ung fólk fara at átaka sær størv á hesum øki, sigur Pedagogfelagið.