Hóast nøkur minni góð ár í 2008 og 2009, hava 2010 og 2011 víst rímiliga góð úrslit hjá verksmiðjutrolarum. Skipini hava gott gjaldføri í 2011, og soliditeturin er góður, tó at bæði gjaldføri og soliditetur eru fallin í 2011.
Tað sigur grannskoðarafyritøkan Nota.
Felagið hevur ikki neyv hagtøl fyri veiðinøgd og miðalprís fyrstu tíggju mánaðirnar í 2012, men ábendingar eru um, at samlaða veiðinøgdin fyri 2012 verður umleið á sama støði sum í 2011.
Nota vísir á, at eingin fiskiveiðisáttmáli var við Noreg í 2011, og Føroyar hava heldur ongan sáttmála við Noreg í ár.
- Miðalprísurin liggur á umleið sama støði higartil í ár sum sama tíðarskeið í fjør. Hinvegin eru oljuútreiðslurnar øktar.
Samanumtikið væntar Nota, at ársúrslitið hjá verksmiðjuskipum fyri 2012 fer at liggja á umleið sama støði sum í 2011.