Skoðbráðið var ov stutt, kunningin var ov lítið, og dagsskráðin hjá verkstovuni BRYD! fór út um mark, og tí varð avgerð tikin av skúlastýrinum í Fuglafjarðar skúla í farnu viku, at verkstovan hjá BRYD! á skúlanum skuldi avlýsast.
Einki hevur verið at hoyrt frá skúlastýrinum, síðani tíðindi bórust týsmorgunin, at verkstovan BRYD! so at siga varð vend í hurðini í Fuglafjarðar skúla. Nú hevur Sofus Gregersen, skúlastýrisformaður, sent miðlunum tíðindaskriv, har hann greiðir frá gongdini í málinum.
Sambært Sofusi Gregersen eru fleiri umstøður í málinum, ið gjørdu, at neyðugt varð at avlýsa vitjanina hjá BRYD! á Fuglafjarðar skúla.
Fyrst og fremst var kunnað um tiltakið ov seint. Boð komu til næmingar og lærarar í 8. og 9. flokki mánadagin 4. november, at tey vórðu tilmeldað tiltakið, ið skuldi vera dagin eftir. Sostatt hevði skúlastýrið ikki møguleika at viðgera tiltakið, skrivar Sofus Gregersen. Tað var lærarin, ið varðaði av Listaleypinum í skúlanum, ið hevði fingið verkstovuna til Fuglafjarðar, og ikki flokslærararnir sjálvir.
Hann vísir eisini á, at stutta skoðbráðið er ikki í samsvari við tankan hjá Listaleypinum, har mælt verður til, at næmingarnir sleppa upp í part av velja listavitjanir til skúlan, umframt at lærararnir gera listavitjanir til part av námsætlanini.
Listaleypurin setir eisini sum krav, at næmingar verða fyrireikaðir til listavitjanir, og eftirsum at vitjanin skuldi vera longu dagin eftir kunningina, so kundu næmingarnir ikki fyrireikast, sigur Sofus Gregersen.
Sofus Gregersen vísir eisini á, at endamálið hjá verkstovuni BRYD! er meira enn bert at miðla vitan, men hevur til endamáls at broyta næmingar eftir ávísum fyriskrivaðum leisti.
- Tað er tó heilt greitt út frá lýsingini av tiltakinum hjá BRYD!, at verkstovan ikki bara hevur til endamáls at miðla vitan, men at endamálið eisini er at ávirka, forma, og broyta næmingar eftir einum ávísum fyriskrivaðum leisti - sum er at bróta við heteronormin, sigur Sofus Gregersen.
- Í slíkum førum er tað týdningarmikið, at bæði leiðsla, lærarar og foreldur eru kunnað um og taka undir við, at teirra næmingar/børn taka lut í undirvísingini, sum tað eisini stendur í fólkaskúlalógini, har tað er uppgáva fólkaskúlans at taka atlit at tí einstaka næminginum í samstarvi við foreldrini, og fólkaskúlin skal virka í sátt og samvinnu við foreldrini.
Sofus Gregersen kemur tí tað tað niðurstøðu, at eftirsum at verkstovan hevði eina dagsskrá, umframt tað, at eingin varð spurdur, um tey vildu vera partur av tiltakinum, varð avgerð tikin um at heita á skúlastjóran um at avlýsa tiltakið.
- Og tað var hetta, sum lá aftanfyri avgerðini um áheitanina at avlýsa verkstovuna BRYD!. Um kunnað hevði verið um tiltakið í góðari tíð, og møguleiki hevði verið givin foreldrum, saman við sínum børnum, at taka av tilboðnum um at luttaka, so hevði støðan verið ein onnur, skrivar Sofus Gregersen og leggur aftrat, at undirtøka fyri avgerðini var frá meirilutanum í skúlastýrinum.