Veronica er skúlastjóri á Fossánesi

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Veroniku Petersen í tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í skúlanum á Fossánesi frá 1. august 2025 at rokna.

Veronika er 52 ára gomul og býr í Norðdepli.

Hon hevur tikið læraraútbúgving á Føroya læraraskúla í 2004 .

Veronika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir bæði í Danmark og í Føroyum.

Seinastu árini hevur hon arbeitt á serbreytini í Miðnám á Kambsdali.