Fiskamarknaðurin seldi í dag 45 tons frá einum línuskipi, sum hevði verið á Íslandsrygginum, og frá einum pari undan Føroyum, men prísirnir vóru ikki so góðir, sum teir hava verið teir seinastu dagarnar.
Góð 20 tons av toski vóru á uppboðnum. Toskur II fekk meðalprísin 16,74 krónur, toskur III 15,68 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 14,02 krónur. Knappliga átta tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 12,15 krónur og hýsa III fyri 12,08 krónur.
Av longu vóru góð fýra tons. Longa II fór fyri 13,50 krónur og longa III fyri 12,50 krónur, og hálvtannað tons av blálongu fór fyri 14,62 krónur fyri kilo.
Línuskipið hevði níggju tons av svartkalva, sum fór fyri 28,21 krónur fyri kilo.
Tey 45 tonsini, sum vóru á uppboðssøluni í dag, fóru fyri knappar 800.000 krónur.