Verri veður sum vikan líður

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar at hann fer at vaksa um vindin seinni í vikuni.

 

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar at hann fer at vaksa um vindin seinni í vikuni.

Meðan tað í dag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, og í morgin gul til stívt andøvsgul, so veksur hann hósdagin vindin upp í hvassan vind og um vikuskifti upp í skrið ella storm. Heglingur og kavaælingur verður eisini.

 

Veðrið týsdagin seinnapart

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri og ælingur. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Veðrið mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og okkurt æli, partvís heglingur. Hitin millum eitt og fýra stig.

 

Veðrið hósdagin

Hvassur vindur upp í skrið av norði og landnyrðingi og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið.

 

Veðrið fríggjadagin og leygardagin

Skrið ella stormur av landnyrðingi og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið.