Vestager sleppur at halda fram

So er greitt, at Margrethe Vestager verður verandi ES-kommisserur komandi fimm árini.

Margrethe Vestager hevur gjørt nógv um seg síðani hon kom í kappingarsetningsnevndina, og ført sakir móti stórum feløgum sum Google og Facebook. Av somu orsøk var hon eisini upp á tal til onkrar av heilt stóru sessunum í ES, somuleiðis sum vandi eisini var fyri, at hon misti plássi hjá sær í kappingarsetningsnevndini, um ikki flokkurin hjá henni, Radikale, kom í stjórn.

Tað er forsætisráðharrin sum tilnevnir kommiserin, men nýggi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur valt at peika á Margrethe Vestager, og harvið frásiga Sosialdemokratunum sessin.


Vestager kann framvegis fáa ein av tungu sessunum í ES – millum annað sum formaður fyri kappingarnevndina.