Vestergaard: Áhugavert tilboð

- Nei, eg fortelji tær ikki, hvat liggur í tilboðnum frá Damanaki. Men tað er áhugavert, sigur Jacob Vestergaard

- Nei, eg fortelji tær ikki, hvat liggur í tilboðnum frá Damanaki. Men tað er áhugavert, sigur Jacob Vestergaard

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið eitt nýtt útspæl, eitt tilboð, frá Mariu Damanaki.

 

Fiskivinnukommisserurin hjá ES hevði eitt útspæl um makrelbýti við sær á síni fyrstu føroyavitjan, og tilboðið varð lagt á borðið undir samráðingunum við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Les eisini: Damanaki vil hava eina semju

 

- Ja, eg var greiður yvir, at hon fór at koma við einum nýggjum tilboði, sigur Jacob Vestergaard, sum hevur bjóðað Damanaki til Føroya.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur somuleiðis lagt føroysku ynskini á borðið. Men enn vil Jacob Vestergaard ikki í smálutir við, hvat skilir partarnar:

 

- Ja, tað er so tann góði spurningurin, um hennara tilboð er nóg nær tí, sum vit halda okkum hava rætt til. Tað er so tann metingin, ið eg skal gera næstu dagarnar, sigur Jacob Vestergaard, sum hevur lovað Mariu Damanaki eitt svar áðrenn mánadagin.

 

Nú fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at umrøða tilboðið frá Damanaki við politisku skipanina.

 

- Vit fara nú at umrøða tilboðið í baklandinum, og Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur eisini ein týðandi leiklut, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini:

 

Damanaki: Vit skulu hava eina semju

 

Nýtt tilboð frá ES til Føroyar

 

Damanaki vitjar Uttanlandsnevndina

 

Rás2 sendi frá tíðindafundinum. Lurta við at TRÝSTA HER

 

Sí myndir frá tíðindafundinum við at TRÝSTA HER

 

Damanaki sær býlingar í Tinganesi. Sí myndatema við at TRÝSTA HER