Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur lítið um ta viðferð, ið lógaruppskotið hjá sær um havrannsóknarskip fær í Vinnunevndini hjá løgtinginum.
- Vil man ikki byggja eitt havrannsóknarskip, so er tað ein erlig sak. So er at siga tað hart og alment, og ikki balla tað inn í nakað annað, sigur Jacob Vestergaard við greiðari adressu til Sambandsflokkin.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tvíheldur um, at málið er væl frágingið, og at hann eftir hesum leisti kann útvega tí almenna eitt fínt og gott havrannsóknarskip.
Les eisini: Havrannsóknarskip strandað í nevnd
Verður lógaruppskotið um havrannsóknarskipið ikki avgreitt í Vinnunevndini, so fellur tað burtur. Jacob Vestergaard hevur tá lítlan hug at leggja lógaruppskotið framaftur á ólavsøku.
- Eg havi verið runt allan sólarringin fyri at finna ein leist, soleiðis at vit kunnu fáa eitt nýtt havrannsóknarskip. Eg havi eftirhondini úttømt mínar møguleikar, sigur Jacob Vestergaard, sum tí sær lítla meining í at leggja lógaruppskot framaftur á ólavsøku.
Jacob Vestergaard minnir á galdandi lóg frá 2011, sum ásetir at tað almenna skal lata byggja eitt havrannsóknarskip.
- Eg mátti bara staðfesta, at samgongan vildi ikki seta pengar av til at byggja skipið. Tí royndi eg hesa loysnina, sigur Jacob Vestergaard.