Vestergaard: Løgmaður er lopin fram av

- Løgmaður hevur ikki gjørt nakra veruliga kanning av málinum, sigur Jacob Vestergaard, sum í dag varð koyrdur úr starvinum sum landsstýrismaður við innlendismálum. Hann heldur, at einki er í málinum um starvsetaninar á Strandferðsluna, sum eigur at fáa avleiðingar fyri hansara starv - RÁS 2 HEVUR TÍÐINDASENDING UM MÁLIÐ KL 16:00

- Løgmaður hevur ikki gjørt nakra veruliga kanning av málinum, sigur Jacob Vestergaard, sum í dag varð koyrdur úr starvinum sum landsstýrismaður við innlendismálum. Hann heldur, at einki er í málinum um starvsetaninar á Strandferðsluna, sum eigur at fáa avleiðingar fyri hansara starv

Jacob Vestergaard er ikki longur landsstýrismaður við innlendismálum. Hann var fyrrpartin koyrdur úr starvinum, tí hann skal sambært løgmanni hava blandað seg ítøkiliga upp í starvsetanir av nýggjum skiparum á Smyrli.

- Løgmaður hevur tikið eina illa umhugsaða avgerð. Tá ið líknandi mál áður hava tikið seg upp, hevur løgmaður gjørt eina kanning, áðrenn hann hevur tikið nakra avgerð. Tað hevur hann ikki gjørt hesaferð. Innlendismálaráðið hevur ikki fingið høvi at greitt løgmanni frá, hví vit hava tikið avgerðirnar, sum eru tiknar, sigur Jacob Vestergaard við Rás 2 í dag.

- Tað kann væl verða, at onkur fótfeilur er gjørdur í hesum máli, men eg eri fullvísur í, at her er einki gjørt í málinum, sum eigur at fáa avleiðingar fyri mítt starv.

- Tað hevur verið stórt politiskt trýst seinastu dagarnar, og helst er tað eisini valfepur, sum ger um seg hjá løgmanni, sigur Jacob Vestergaard.