Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum staðfestir, at Jacob Vestergaard útskrivar ognarbrøv upp á fólksins ogn upp á milliarda virði
Javnaðarflokkurin hevur havt floksleiðslufund í kvøld. Har hava floksleiðslulimir viðgjørt málið viðvíkjandi svartkjaftabýtinum. Floksleiðslan átalar harðliga, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ikki hevur hildið seg til samgongusemjuna, har landsstýrismaðurin bant seg til at boða vinnuni frá, at útbýttu eginkvoturnar einans eru galdandi fyri 2009 og at alt svartkjaftabýtið verður tikið til nýggja viðgerð fyri 2010 og fram.
- Floksleiðslan staðfestir, at landsstýrismaðurin í hesum føri er í ferð við at útskriva ognarbrøv upp á fólksins ogn fyri milliarda virði, uttan at hava víst á greiðar og ítøkiligar grundgevingar fyri júst hesum býti.
- Ting- og landsstýrismanning Javnaðarfloksins hevur síðani januar gjørt vart við hesi viðurskifti og fær framvegis fullan stuðul frá floksleiðsluni at taka neyðug stig at fáa málið aftur á beint, sigur flokkurin í tíðindaskrivi í kvøld.
Javnaðarflokkurin heldur tað harumframt vera neyðugt at vísa á, at verandi býti kann vera til stóran ampa fyri fóðurvirkið Havsbrún og harvið eisini føroysku alivinnuna.