Vestlaks hýsir Íslandsfiski

Laksasmolt, sum Samherji hevur flutt úr Íslandi til Føroya, er á Selatrað, og kalvayngulin skal til Vestmanna

Íslendski alifiskurin, sum skal setast út í føroyum, veðru hýstur av Vestlaks, sigur Frímund hasne, stjóri á Vestlaks.
Talan er um umleið 450.000 laksasmolt, sum eru komi við skipið úr Íslandi og nú ganga í kørum inni á alistøðini Sandá á Selatrað, sigur Frímund Hansen. Tá tey um eini tvey ár eu búgvin at tka, skuldu tey helst vigað einin 2.000 tons tilsamans, sigur stj´roin á Vestlaks.
Smoltini skulu koppsetast móti ILA, aðrenn tey veðrua sett út. Koppsetingin veður gjørd í føroyum, tí í Íslandi er ikki loyvt at koppseta móti ILA.
Tá smoltini eru klár at seta út, verða tey sett út í aliringarnar hjá Vestlaks norðan fyri Svínáir, sigur Frímund hasnen.
?Tað kom ein fyrispurningur frá Samherja, og vit hava játtað, sigur hann.
Fríggjadagn koma ætlandi kalvarnir, sum Samherji ætar at seta út í føroyum, hendanveg úr Íslandi.
Frímund Hansen sigur, at Vestlaks eiisni skal hýsa hesum fiskunum. Tað veðru í einum tveimum ringum í Vestmanna, sigur hann.
Kalvarnir veðra í skrivandi stund innskipaði í Íslandi, og so velst um líkindi, um farið veðru avstað beinanveg. veðru sagt.
Hesir kalvarnir, sum nú koma, eru umleið30.000 í tali.
Tað hava í seinastuni gingið søgur um, at Samherji ætlar at keypa Vestlaks. Frímund Hasnen, stj´roi á Vestlaks, vl hvørki vátta ella avsanna hesi tíðindi. Slíkt hevur hann ikki ávirkan á. Tað eru eigarin og ein møguligur keypari, sum mugu semjast um tað.
Men hann leggur afturat,a t skal ein handil gerast, so er hetta rætta tíðin at gera tað. Vit eru á botni í løtuni, og ES hevur lagt toll á norskan laks, vísir hann á.