Vestmanna fekk vitjan úr Íslandi

Tann 1. august 2024 fekk Vestmanna kommuna vitjan av 50 eldraborgarum úr Ólafsvík/Snæfellsbær.Vestmanna kommuna tók upp vinarbýasamband tann 1. juli í 2001, og síðani hevur verið samband kommunurnar ímillum.Onkuntíð hava íslendingarnir verið í Føroyum og øvugt.

 

Vestmanna kommuna tók upp vinarbýasamband tann 1. juli í 2001, og síðani hevur verið samband kommunurnar ímillum.

 

Onkuntíð hava íslendingarnir verið í Føroyum og øvugt.

 

Eldraborgararnir vitjaðu í Vestmanna kirkju, har borgarstjórin beyð vælkomin.

 

Í kirkjuni spældi Magni Christiansen nakrar sangir saman við kórinum í missiónshúsinum.

 

Eftir hugnaligu løtuna varð bjóðað til smyrjibreyð í kirkjukjallaranum, har íslendska eldrafelagið handaði borgarstjóranum og kirkjuráðnum gávur sum tøkk fyri løtuna.

 

Síðani fór hópurin á Heimið á Grønanesi, har tey fingu eina rundvísing, og gáva varð handað leiðsluni, skrivar Vestmanna kommuna millum annað á vestmanna.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja, sum Birgir Waag Høgnesen tók.