Vestmanna meiri skatt í november

Tað var sera misjavnt, hvussu kommunuskatturin í november royndist í teimum einstøku kommununum. Sveiggini vóru sera stór, men samanlagt var vøksturin 1,6 prosent.

Ein av kommununum, sum fekk væl í kassan í november, var Vestmanna Kommuna. Kommunan fekk 2.722.897 krónur í persónskatti, og tað er 5,37 prosent meiri enn sama mánað í fjør, tá hon fingu 2.584.156 krónur.

Teir fyrstu ellivu mánaðirnar í ár fekk Vestmanna Kommuna 31.873.866 krónur í kommunuskatti ímóti 31.452.059 krónum somu mánaðir í fjør. Vøksturin er 1,34 prosent.

Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at grannakommunurnar høvdu eisini framgongd í november. Í Kvívíkar Kommunu var vøksturin 10,63 prosent, í Sunda Kommunu 7,75 prosent, í Vága Kommunu 2,67 prosent og í Tórshavnar Kommunu 1,66 prosent.