tónleikur
Ferðin til Íslands á festival í Vestmannaoyggjunum, sum GRÓT skipaði fyri við bólkunum SIC og Ólavi og Torfinni úr Gestum seinasta vikuskifti gekk frábera væl.
Onnur kend nøvn spældu eisini á festivalinum, millum hesi frálíku vóru Hoffmann, sum vitjaðu G! Festival seinasta ár og so super 68ara bólkurin Brain Police. Hesir teljast báðir millum heilt væl umtóktu bólkarnar í Íslandi fyri tíðina.
Frásøgumaður á tiltakinum var hin væl kendi Ólipalli frá Rás2 hjá íslendska Ríkisútvarpinum.
Framførslan hjá Ólavi og Torfinni var sera væl móttikin og fólk sótu hugtikin og lýddu á vøkru sangirnar, framførdar einans við kassaguitarum og sangi. Løgini vóru nøkur vit kenna frá Gestum, okkurt spildur nýtt og so eitt Clickhazelag, sum Ólavur var við til at skriva og synja við bólkinum tann tíð tað var.
Sic setti veruliga lív í áhoyrarafjøldina og vóru avgjørt millum best dámdu bólkarnar hetta kvøldið. Ja, satt at siga vóru Vestmannaoyggjar á gosi hesa løtuna meðan Sic við sínum orkulødda og grótharða tónleiki lótu føroyskt tónleikalava goysa úr sær.
GRÓT hevur fyrr skipað fyri íslandsferðum og hesin táttur fer væntandi framyvir at verða tikin upp í størri mun enn áður. Tað er upplagt fyri føroyskar bólkar at royna seg í Íslandi og íslendsar bólkar at royna seg í Føroyum.