Vestmenn aftur í upprunamanning

Á Summarfestivalinum í august verður ein av fólkakærastu føroysku tónleikabólkunum at hoyra, tá Vestmenn fara á pall í upprunamanning og øllum hittunum. Tað var í 1983, at Vestmenn komu inn á føroyska tónleikapallin við einum braki. Fyrsta útgávan hjá teimum, Brot, seldi fleiri túsund eintøk fyrstu vikuna, og Vestmenn gjørdist ein tann fólkakærasti føroyski bólkurin í 80?unum.

 

Við sangum sum Eg Siti So Eina, Motormani, Ró og Sildarok í Singapoore gjørdust Vestmenn ein tann mest spældi bólkurin í føroyska útvarpinum.

 

Sangirnir hjá teimum blivu ein fyri og annar eftir landskendir, og nú sløk 25 ár seinni kunnu Vestmenn fara á pallin við eini langari røð av hittum og kendum sangum.

 

Høvuðsmenninir í bólkinum, Martin Joensen og Ólavur Højgaard, hava givið tónleik út hvør sær, men nú finna teir saman aftur til eitt comeback við Vestmonnum.

 

Øll tann upprunaliga manningin savnast aftur til framførsluna á Summar Festivalinum, og umframt Ólav og Martin umfatar bólkurin eisini Niels Olsen, Boga Olsen, Jógvan í Toftum Olsen og kórsangararnar Rúnu á Heygum og Jórun Højgaard.