Í fjør steðgaði veðrið teimum, men Vestmenn hava ikki givið upp. Teir ætla at hava eina rimmar konsert við øllum sínum slagarum í Klaksvík í august mánaði Tað var í 1983, at Vestmenn komu inn á føroyska tónleikapallin við einum braki. Fyrsta útgávan hjá teimum, Brot, seldi fleiri túsund eintøk fyrstu vikuna, og Vestmenn gjørdist ein tann fólkakærasti føroyski bólkurin í 80?unum.
Við sangum sum Eg Siti So Eina, Motormani, Ró og Sildarok í Singapoore gjørdust Vestmenn ein tann mest spældi bólkurin í føroyska útvarpinum. Sangirnir hjá teimum blivu ein fyri og annar eftir landskendir, og nú 25 ár seinni kunnu Vestmenn fara á pallin við eini langari røð av hittum og kendum sangum.
Vestmenn hava hildið drúgvan steðg seinastu árini. Høvuðsmenninir í bólkinum, Martin Joensen og Ólavur Højgaard, hava givið tónleik út hvør sær, men nú finna teir saman aftur til eitt comeback við Vestmonnum.
Øll tann upprunaliga manningin savnast aftur til framførsluna á Summar Festivalinum, og umframt Ólav og Martin umfatar bólkurin eisini Niels Olsen, Boga Olsen, Jógvan í Toftum Olsen og kórsangararnar Rúnu á Heygum og Jórun Højgaard.
Tað er sanniliga orsøk til at gleða seg til eitt tað størsta comebackið í føroyskum tónleiki seinastu árini ? útsett eitt ár, men ikki minni spennandi av teirri orsøk.