Bátastevna
Í morgin skipa vestmenningar aftur fyri bátastevnu í Vestmanna, og hetta er soleiðis vorðið eitt afturvendandi tiltak, ið vestmenningar gera nógv burtur úr.
Jóngerð Nielsen, forkvinna í VÍF, sigur, at tað er vorðið tradition, at nógvir bátar møtast úti í Hesti kvøldið fyri stevnuna í Vestmanna.
- Í fyrsta lagi fara fleiri bátar úr Vestmanna út í Hest, men vanligt hevur eisini verið, at bátar úr øðrum økjum, sum eru ávegis til Vestmannar, eisini fara út hagar. Í Hesti kóka teir seyðarhøvd og eta annan føroyskan mat. Teir ganga ímillum bátarnar og hugna sær saman. Og kanska hevur onkur harmoniku ella guitar við.
Við Fútaklett
Jóngerð Nielsen sigur, at tíðliga seinnapartin leygardagin møtast allir bátarnir við Fútaklett við gamla bátinum, Ólavi, á odda, og av Fútakletti gongur so leiðin inn á Vestmanna.
Tað er VÍF og serliga kappróðrarnevndin hjá felagnum, sum saman við nógvum góðum fólki – og góðum stuðlum – stendur aftanfyri bátastevnuna.
Peningurin, sum er til avlops á stevuni, fer til kappróðrarneyst, og soleiðis verður eisini hesaferð.
Okkurt árið hevur bátatalið táttað í 200, men í fjør var veðrið heldur ólagaligt, og tá var samlaða bátatalið eini 70-80.
- Vit vænta hópin av bátum hesaferð, sigur forkvinnan í VÍF.
Ikki bygdastevna
Jóngerð vísir á, at tey royna at skipa so fyri, at bátastevnan í Vestmanna ikki verður ein bygdastevna, soleiðis sum vit kenna hesar stevnurnar aðrastaðni.
- Vit vilja varðveita stevnuna sum eina bátastevnu, har dentur verður lagdur á bátarnar og manningarnar, sum eru við bátunum.
Hon vísir á, at stór skrá er løgd fyri stevnuna, sum sjálvandi hevur eitt sindur av hvørjum at bjóða.
- Tað er sera hugnaligt á bryggjuni, meðan stevnan er. Fólk ganga ímillum bátarnar; tey matgera og hugna sær saman. Harmonikutónar og sangur eru at hoyra, tá kvøldið kemur.
Góðar umstøður
Jóngerð vísir á, at VÍF hevur lagt bátabrúgvar út, soleiðis at umstøðurnar hjá bátunum kunnu vera so góðar sum gjørligt.
- Vit selja trygdarnet, sum skulu hangast ímillum bátarnar, og vit útvega øllum bátunum landstreym. Vaktir syrgja eisini fyri, at fólk, sum eru umborð á bátunum og ferðast tvørtur við bryggjukantinum, kunnu vera trygg, meðan stevnan er.
Hon sigur, at tá ið bátarnir hava lagt til bryggju í Vestmanna í morgin, verða teir tilmeldaðir og tað næsta, sum hendir, er, at bátsmanningarnar fáa suppu at eta.
- Síðan byrjar stevnan og hugnin, sum er rundan um stevnuna, ið nú rættiliga hevur fest røtur í Vestmanna, sigur Jóngerð Nielsen.