Tveir dystir eru spældir í bestu, kvinnuligu hondbóltsdeildini, Hvonndeildini, í kvøld. Í Vestmanna tók VÍF ímóti Stjørnuni, meðan dystur eisini var á Skála, har StÍF tók ímóti Kyndli.
VÍF og Kyndil eru ovarlaga í deildini, so tí varð væntað, at hesi liðini fóru at sigra ímóti Stjørnuni og StÍF, ið eru meira niðarlaga í deildini.
Men í Vestmanna gjørdi Stjørnan ein vørr. Hóast heimaliðið var á odda 16-13 í hálvleikinum, so komu klaksvíkskvinnur sterkt aftur í seinna hálvleiki. Endaliga úrslitið gjørdist 28-28.
Á Skála greiddi Kyndil tó sína skyldu. Kyndilskvinnur vunnu við heili níggju málum, 24-15. Hálvleiksstøðan var 15-5 til Kyndil.
Støðan í Hvonndeildini er hendan:
1. Neistin 21 stig - 12 dystir
2. Kyndil 20 stig - 13 dystir
3. VÍF 15 stig - 12 dystir
4. Stjørnan 9 stig - 13 dystir
5. StÍF 6 stig - 13 dystir
6. VB 3 stig - 11 dystir