Talv
Ólavur Simonsen
Fyrsta liðið hjá vestmenningum fekk vitjan av øðrum liði hjá Klaksvíkini. Her vóru vestmenningar greiðir favorittar á øllum fýra borðum.
John Rødgaard, sum er danski suðuroyingurin hjá vestmenningum, vann á Rana Baldurssyni í einum sera jøvnum talvi. Drúgvu royndirnar og tann haldgóði spælistílurin hjá John gera, at honum bert tørvar ein sera lítlan fyrimun til at vinna eitt talv. Hetta var eisini lagnan, sum Rani fekk sunnudagin, har John vísti sína styrki í endatalvinum.
Havnarmaðurin hjá vestmenningum, Carl E. N. Samuelsen, vann ein tryggan sigur á Tummas M. Sólsker, har Tummas var sera kroystur og mátti leggja kong eftir bert 30 leikir.
Hvalvíkingurin hjá vestmenningum, Martin Brekká, lat eina finnu tíðliga í byrjanarspælinum fyri virkið spæl móti Esberni Christiansen. Hetta gav eisini ávøkstur, tá Esbern seinni í talvinum misti ein riddara og harvið tað heila stigið.
Vestmenningurin hjá vestmenningum, Samson Højgaard, var einasti, ið mátti lata stig móti Rógva Dragaberg í einum sera buldraligum talvi, og harvið vunnu vestmenningar 3-1.
Klaksvíkingar snávaðu
Eftir tveir knúsandi 4-0 sigrar fyrstu tvey umførini, stóð tap fyri durum móti einum ungum Sandavágsliði.
Olaf Berg og Torkil Nielsen vunnu á ávíkavist fyrsta og øðrum borði móti Ólavi Simonsen og Finnbirni Vang. Terji Petersen gjørdi, sum tann einasti klaksvíkingurin, sína skyldu við at vinna á unga talentinum Rógva E. Nielsen. Á fjórða borði megnaði Haldur S. Johansen bert at fáa javnleik móti unga sandavágsinginum Jón Gregersen.
Við tapinum móti Sandavági er Klaksvík 1 dottið niður á annað pláss við einum hálvum stigi aftanfyri Vestmanna 1. Hinvegin hevur Sandavágur otað seg longur upp eftir stigatalvuni og liggur bert tvey stig aftanfyri Klaksvík 1.
Kappingin í 1. deild hevur nú býtt seg í tveir partar, har Vestmanna 1, Klaksvík 1 og Sandavágur hava rykt seg leys frá hinum liðunum.
Varaborgarstjórin tók á bóli
Havnin, ið hevur havt tað trupult við fólki í ár, fekk ein kærkomnan sigur móti øðrum liði hjá vestmanna við at vinna 2½-1½.
Mest óvantaða úrslitið í botndystinum var javnleikurin millum varaborgarstjóran í Vestmanna, Jón Mikkelsen, og Herluf Hansen. Við einum ratingmuni á 389 stig skuldi Herluf veri tryggur vinnari á pappírinum, men varaborgarstjórin, eldsálin og formaðurin í Vestmanna talvfelag vildi hetta øðrvísi og ognaði vestmenningum eitt hálvt stig í betri støðu.
At góð úrslit fella á eldsálina í Vestmanna talvfelag, er bert at frøast yvir. Jón hevur sum formaður slóðað fyri og skapt eitt felagsumhvørvi, sum heilt sikkurt er eitt av best riknu ítróttarumhvørvum í landinum. Tað er eisini heilt sikkurt, at hetta hevur havt stóra ávirkan á, at Vestmanna hevur havt so góð úrslit í bestu deildini seinnu árini og eisini hevur megnað at vinna sær tvey lið í fyrstu deild.
---
Støðan eftir 3. umfar
1. deild Stig
Vestmanna 1 10
Klaksvík 1 9½
Sandavágur 7½
Havnin 3½
Klaksvík 3
Vestmanna 2 2½
2. deild
Klaksvík 3 6½
Toftir 6
Havnin 3 5
Kollafjørður 3½
Toftir 3
Sandavágur 2 2½
3. deild A
Vestmanna 3 9
Sandavágur 3 6½
Skopun 5½
Klaksvík 4 3
3. deild B
Havnin 4 5½
Gøta 4
Rókur 3½
Vestmanna 4 3
Unglingar
Klaksvík 5
Havnin 4
Rókur 3
Vestmanna 3
Sandavágur 3
Skopun 2