Vestmenningar til tíðina

Í ÍtróttarSosialinum hesaferð:

VÍF toppaði júst til røttu tíð, og tí bleiv hetta kappingarárið ein staðfesting av, at sjálvt vestmenningar kunnu vera til tíðina – hóast teimum mangan er álagt at so er ikki.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, er alt um FM finalurnar í hondbólti, har bæði Neistin og VÍF vunnu FM fyri aðru ferð upp í slag.

 

Dysturin hesa vikuna í fótbóltinum er grannauppgerðin á Argjum millum AB og B36. Her er venjarin hjá AB ónøgdur við dømingina, meðan ungur B36 ari er kosin til dagsins spælara í spælarametingunum.

 

Fylg Ítróttinum hjá In.fo, Sosialinum og Rás2 á Facebook við at trýsta HER

 

Les eisini um Klæmint A. Olsen, sum sigur tað var ikki av tilvild, at hann tveitti seg til høgru, tá hann sum máverji bjargaði brotssparki frá TB. Orsøkin er einføld!

 

Les eisini um MMA í Føroyum, klummuna, ummælið, royn quzzina og stuttsøgt ítróttartíðindi.